15,8 milliónir fleiri til Havnar

Tórshavnar kommuna fekk fyrra hálvár 5,11 prosent meiri inn í skatti enn sama tíðarskeið í fjør

Fyrra hálvár royndist væl í skattainntøku hjá høvuðsstaðar kommununi. Tað runnu 15.826.791 krónur fleiri niður í kassan seks teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tað gjørdu sama tíðarskeið í fjør. Samlaða skattainntøkan frá januar og fram til juni var 325.562.778 krónur.

Lutfalsligi vøksturin var 5,11 prosent. Miðal lutfalsligi vøksturin fyri allar kommunurnar var 6,58 prosent.

Í juni var vøksturin í Tórshavnar kommunu 6,19 prosent. Tá var miðal vøksturin í øllum kommununum 9,11 prosent.