Í gjár var seinasta freist at handað løgregluni ólóglig vápn, uttan vanda fyri revsing, og heilt fitt av føroyingum hava tikið av møguleikanum.
155 mál eru skrásett hjá løgregluni og inn eru komin tilsamns 158 ólóglig vápn, 16 lóglig vápn og 15.575 eindir av lóðri, vísir ein fyribils uppgerð hjá løgregluni.
Talan er um 152 riflur, tveir revolvarar og tríggjar pistólir, eina maskinpistól og 16 lóglig vápn.
Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at ein stórur partur av vápnunum stava frá øðrum veraldarbardaga.
- Allar flestu vápnini, sum eru komin inn, stava frá tíðarskeiðnum frá seinast í 19. øld til annan heimsbardaga. Nógv av vápnunum eru frá ensku herdeildunum og okkurt er slíkt, sum varð útflýggjað til sluppirnar undir krígnum, greiðir hann frá.
Hann sigur, at vápnini vera skorin sundur, oyðiløgd og smeltaði um.
Fleiri, ið hava handað løgregluni vápn síni, hava spurt seg fyri, um tey ikki hava søguligt virði og um ikki er gjørligt at varðveita vápnini vegna teirra søguliga virði.
- Hetta er nakað, sum vit mugu kannað. Vit seta okkum í samband við Søvn Landsins, sum skal taka støðu til, hvørji vápn møguliga hava søguligt virði. Síðani mugu vit finna út av, hvørt lógin loyvir, at fólk fáa vápn, ið hava søguligt virði aftur, sigur hann.