155 teljarar setast í starv

Á manntalinum 11. november 2011 - 11/11-11 - fara 155 teljarar at ganga hús úr húsi at savna inn svaraðu spurnabløðini

Hvørt hús í landinum fær fyrst í november eitt spurn­a­blað, sum teljararnir koma aftur eftir tríggjar tær seinastu vikurnar í nov­em­ber.
Manntal søkir nú 155 telj­ar­ar at arbeiða 3-4 vikur í no­v­em­ber. Teljararnir verða upp­lærd­ir um tagn­ar­skyldu og um handfaring av spurn­a­bløð­unum í trúnaði. Upp­lær­ing­in fevn­ir eis­ini um rætt­indi sam­bært manna­rætt­ind­um og al­tjóða sátt­mál­um.
Hvør teljari hevur á­byrgd­ina av umleið 130 húskj­um. Í alt vitja telj­ar­ar­nir eini 19.000 húski. Um onk­ur ynskir vegleiðing at svara spurnablaðnum, eru telj­ar­ar­nir eisini upplærdir til tað.
Landið verður býtt upp í 17 teljidømi við eini døm­is­stovu í hvørjum dømi. Døm­is- leiðarnir samskipa telj­ing­ina í døminum og hava á­byrgd­ina av, at svaraðu spurna­bløðini hvønn dag verða goymd trygt undir lási.
Hetta er fyrstu ferð síð­ani 1977, at skipað verður fyri fólkateljing í Føroyum. Úrs­lit­ið verður ein neyv lýs­ing í hag­tøl­um av, hvussu tað er at liva í Føroyum í 2011. Úrslitið kann brúk­ast hjá pol­i­tik­ar­um, fyri­sit­ing, áhugafeløgum, gransk­ar­um, skúlum og ann­ars øllum, sum hava ­á­huga í hagtølunum. Øll úrs­lit verða tøk hjá øllum samstundis. Ongar upp­lýs­ing­ar um einstøk fólk ella húski verða latnar øðrum mynd­ug­leikum
Hagstova Føroya hevur evstu ábyrgd av mann­tali 2011.