154 milliónir tons upp á land í fjør

Í fjør komu 154 milliónir tons av villum og aldum fiski upp á land kring heimin. Tað skrivar heimasíðan Business Day.

Av villum fiski komu 90,4 milliónir tons upp á land í fjør, og tað var tvey prosent meiri í 2010. Fiskaalingin er vaksin rættiliga støðugt, og í fjør tók alivinnan 6,2 prosent meiri fisk enn árið fyri. Samanlagt er fiskaalingin tíggjufaldað tey seinastu 40 árini.

Av fiskinum, sum bleiv fiskaður ella tikin í fjør, fóru 130,8 milliónir tons ella umleið 85 prosent til mannaføði, meðan 23,2 milliónir tons fóru til ídnað av ymsum slagi. Buisness Day skrivar, at tann parturin av fiskinum, sum fer til matna, er vaksin knappliga 15 prosent tey seinastu fimm árini.