Irakiskir myndugleikar hava funnið eina hópgrøv norðanfyri Bagdad við 153 líkum, mest kvinnur, børn og løgreglufólk. Tíðindastovan NTB skrivar, at hetta eru al-Qaida-offur.
Tað var ein maður, sum varð tikin í býnum Baquba fyri tveimum vikum síðan, sum segði løgregluni frá um hópgrøvina.
Hesi 153 fólkini eru dripin í árunum 2006 og 2007, sigur generalurin, Abdul Hussein al-Sahamari, sum er løgregluovasti í ófriðarliga, Diyala-økinum í Irak.