Tað var Mariann P. Garðalíð á Skála, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld, og hon hevði mannin, Annfinn Garðalíð, sum fjarritara.
Høvuðsvinningurin var á 350.000 krónur, sum Mariann P. Garðalíð valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 120.000 krónum í hvørjum leypi.
Í øllum trimum royndunum - og tá seliga í fyrstu og aðru royndini - steðgaði hjólið nær bláa leypinum.
Men, nærri enn nær eydnaðist tað tó ikki at koma í hesum umfari.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 12.500 krónum, í aðru royndini á 10.000 krónum, og í triðju og seinastu royndini á 15.000 krónum.
Men, fjarritarin var vegna konu sína væl nøgdur, tá liðugt var, og Mariann P. Garðalíð var vorðin 15.000 skattafríar krónur ríkari.
- Hetta er eisini ótrúliga deiligt, segði Annfinnur Garðalíð, sum annars varð endurvaldur til formann í Føroya Skipara-og Navigatørfelag í gjár.