15.000 hava nú fingið trý prik

Nú eru meira enn 97.000 koppsetingar gjørdar

Nú er talið á koppsetingum fyri covid-19 farið at nærkast 100.000 prikum. Í løtuni eru umleið 97.000 prik gjørd.

 

Góð 77 prosent av samlaða fólkatalinum hava fingið i minsta lagi eitt prik. Av teimum, sum eru yvir 12 ár, hava sløk 93 prosent fingið í minsta lagi eitt prik. Góð 90 prosent av teimum yvir 12 ár hava fingið tvey prik.

 

Nú er gongd eisini komin á koppseting við triðja priki – stimbranarpriki – og samanlagt hava 15.000 fólk fingið triðja prik. Tað svarar til ein triðing av fólkinum 12 ár og eldri.

 

Yvir 70 prosent av teimum, sum eru 75 ár ella eldri, hava nú fingið trý prik.