1500 ætla sær til Utøya um vikuskiftið

Komandi vikuskiftið verður nógv umrødda Utøya opin fyri avvarðandi og teimum ið komust undan terror-atsóknini í Noregi 22. juli.

Talan verður um afturlatin tiltøk fríggjadagin og leygardagin. Longu nú vita tey um omanfyri 1000 fólk sum ætla sær út higar fríggjadagin, og minst 500 leygardagin.

- Vit ætla at gera hesa vitjanina til eina virðiliga hending fyri tann einstaka, hóast tann stóra áhugan, sigur Per Kristen Brekke, sum hevur ábyrgd av markeringini vegna Justisdepartementet og heilsumyndugleikarnar.

Lagt verður ikki upp til eina einstaka seremoni úti á oynni, men miðað verður heldur eftir, at fólk skulu kunna tosa hvør við annan og koma saman eftir tørvi.