1500 ímóti - 500 fyri

Facebookbólkarnir um flóttafólk til Føroya hava misjavna undirtøku. 1000 fleiri limir eru í Nei-bólkinum enn í Ja-bólkinum.

Facebook er vorðin ein óundveriligur partur av dagligdegnum hjá mognum føroyingi, og ein stórur partur av almenna kjakinum gongur nú fyri seg á Facebook.

 

Tað gerst tí alsamt vanligari, at stuðulsbólkar verða stovnaðir á Facebook, tá okkurt er á vási og flóttafólkakreppan í Evropa er einki undantak.

 

Eingin ivi er um, at meiningarnar um flóttafólk eru ymiskar í Føroyum og tí er tað als ikki undrunarvert, at tveir bólkar eru stovnaður á Facebook, annar fyri tey, ið eru fyri at taka ímóti flóttafólk, hin fyri tey, sum eru ímóti.

 

Og hóast tað sigur sera lítið um støðuna, so er bólkurin Nei til Flóttafólk til Føroyar væl størri enn bólkurin Ja til Flóttafólk.

 

Í skrivandi løtu teljast limirnir í Ja til Flóttafólk 527 í tali, meðan 1.533 limir eru í bólkinum Nei til Flóttafólk til Føroyar. Sjálvandi skulu tølini takast við fyrivarni. Munnu tað ikki vera fleiri enn gott 2.000 føroyingar við Facebookvanga, sum hava eina áskoðan í hesum málinum?