Norska kringvarpið - NRK - skrivar, at fleiri enn 1500 fólk í dag møttu til eitt minningarhald í samband við hendingina seinasta mánadag, tá ein ung mamma og trý børn endaðu í sjónum í Tromsø, og øll fýra vórðu funnin lívleys einar 8-10 metrar úr landi.
Mamman og elsta dóttirin, sum var sjey ára gomul, vórðu staðfestar deyðar longu mánakvøldið, og seinni í vikuni varð eisini fýra ára gamla dóttirin staðfest deyð. Enn liggur hálvt annað ára gamla dóttirin á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo.
Millum tey mongu, sum vildu veita familjuni stuðul, var Idris Mohammed, ið er vinfólk við hart raktu familjuna, og hann segði nøkur orð við høvið.
- Hetta er ein døpur og hjartaskerandi vanlukka, sum hevur skakað okkum í Tromsø og alt Noreg, og vanlukkan er vorðin størri og størri fyri hvønn dag. Vit vilja senda okkara djúpastu samkenslu til familjuna og avvarðandi, segði Idris Mohammed.
Borgarstjórin, Gunnar Wilhelmsen, segði seg vegna kommununa fegnast um, at so mong vóru møtt til minningarløtuna. - Tað gleðir meg, at so mong vilja vísa, at tey taka lut í sorgini, segði hann.
Øyvind Bakkeby Moe, sum tók stig til minningarløtuna, segði, at hann kendi á sær tørvin at hava hesa løtu, og hann helt, at samfelagið hevur brúk fyri løtuni. - Hetta hevur rakt øllum øll. Vit búgva í einum lítlum býi, og vit mugu taka hond um hvønn annan, segði hann.
##med2##