Klokkan 13.00 byrjaði sølan av teimum 1500 atgongumerkjunum, sum eru eftir til spennandi landsdystin móti skotum í kvøld Átta flogfør full av skotum eru komin til landið, og tað sæst aftur í býarmyndini í Havn. Skotar hava sanniliga sett sín dám á høvuðsstaðin í dag, og klokkan 17.15 fara teir við trummum, sangi og fløggum at gera sítt til, at skotska fótbóltslandsliðið vinnur á Føroyum á Svangaskarði.
Men tú skalt ikki snýtast fyri møguleikanum at stuðla føroyska liðnum. 1500 atgongumerki eru eftir, og tey verða seld í hesi løtu inni á Svangaskarði. Og við góðum veðrið, stuttligum skotum og glaðum føroyingum er lagt upp til eitt serstakliga gott kvøld inni á Toftum.