Vanligi prísurin fyri at sigla til Nólsoyar er 40 kr. fyri ein ferðaseðil aftur og fram, men hetta verður ikki galdandi á ovastevnu, tá Ternan ofta siglir fleiri túrar fullfermd av fólki.
Strandferðslan hevur gjørt av, at ferðaseðlaprísurin um ovastevnuna verður 100 krónur fyri ferðaseðil aftur og fram, og tað hevur fingið ilt í Nólsoyingar.
Eitt nú vísa teir á, at hetta ikki verður gjørt, tá útoygjastevnur eru, hóast talan tá eisini er um at sigla fleiri eykatúrar.
Við Kringvarpið sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, at tey hava munandi hægri útreiðslur, tá talan er um at gera fleiri eykatúrar til Nólsoyar, og at hetta er orsøkin til príshækkanina.