150 næmingar í nýggjum skúlabygningi

- Hølini eru ljós og nosslig, og ljóðviðurskiftini eru framúr góð. Tað eru vit øll samd um, sigur deildarleiðarin í Runavík, Ingvard Lamhauge. Í dag var fyrsti skúladagur hjá umleið 150 framhaldsskúlanæmingum í tí partinum av nýggja skúlanum í Runavík, sum nú er liðugur.

Átta skúlastovur eru lidnar, trý bólkarúm, eins og rúmligur skúlakøkur og stovur til træ-og maskinlæru.

Tann parturin, sum nú stendur liðugur og er tikin í nýtslu, er tað sunnasti parturin av skúlabyggingini.

Talan er um einar 1500 fermetrar tilsamans av sløkum 5.000 fermetrum, sum samlaða byggingin fevnir um.

Bæði lærarar og næmingar eru sera væl nøgd við hendan fyrsta partin av skúlanum.

- Hølini eru ljós og nosslig, og ljóðviðurskiftini eru framúr góð. Tað eru vit øll samd um, sigur deildarleiðarin í Runavík, Ingvard Lamhauge.

Í skúlastovunum eru allar talvurnar talgildar. Hvør einstøk talva er sett í samband við eina teldu, sum fær netsamband. Forritini kunnu veljast á telduni sjálvari, við mús ella við at nerta við valmøguleikarnar á myndini, sum tú hevur uppi á talvuni.

Ljósini í nýggja skúlanum slókna av sær sjálvum, tá ið einki rørist í rúminum - og tey tendra aftur, tá ið tú kemur gangandi eftir gongini.