Tá Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana klokkan hálvgum tíggju møtast til enn eitt umfar av samgongusamráðingum hava teir knappa tíð.
Tí í seinasta lagi á middegi í dag skal samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen boða Páll á Reynatúgvu, tingformanni, frá, um grundarlag er fyri, at flokkarnir halda fram við samráðingunum.
Higartil hevur andin yvir samráðingarnar verið jaligir, tað er í hvørt fall tað, ið formenninir hava sagt, men í gjárkvøldið lak út í miðlarnar, at onkur fløkja enn er eftir at loysa innan fiskivinnuna.
Spurningurin í morgun er tískil, um ósemjurnar eru so mikið stórar, at Bárður á Steig Nielsen boðar løgtingsformanninum frá, at grundarlag ikki er at halda fram ella um teir tríggir formenninir brúka teir 150 minuttirnar til at slætta vegin fyri eini komandi borgarligari samgongu.
Tingfundur verður sambært stýrisskipanarlógini §28, stk. 2, leygardagin, tá løgtingsformaðurin skal leggja fram eitt uppskot til løgmann. Tingið skal síðan atkvøða um uppskotið í seinasta lagi 4. yrkisdagin eftir, at tað er lagt fram.

150 minuttir at greiða fløkjurnar

