Tingmaðurin spurdi landsstýrismannin, um ein tunnil til Gjáar kundi spara íløguna innaftur við lækkaðum rakstrarútreiðslum.
- Nei, svaraði Kári P. Højgaard. - Tað er munandi dýrari at reka ein tunnil, enn ein veg.
- Umframt hetta verður eisini neyðugt at rudda vegirnar uttanfyri tunnilin fyri kava.
Hann metti ein tunnil til Gjáar fara at kosta millum 115 og 150 milliónir, - alt eftir um ein velur ein longri ella styttri tunnil. Hinvegin kostar tað millum 30 og 35 milliónir at dagføra verandi veg.
Munurin millum ta stuttu tunnilsloysnina og at dagføra vegin er tí umleið 80 milliónir krónur.
- Kann ikki gerast upp í pengum
Ein teirra, sum fylgir væl við málinum um Gjáarvegin er Sofus D. Johannesen.
Hann hevur tí eisini lisið svarið frá landsstýrismanninum, og sum hann tekur til: - Hatta svarið er tað, sum man hevði væntað.
- Vit bygdarfólk mega ofta leggja oyru til, at tað “loysir seg ikki” at veita okkum ymsar tænastur.
- Men eru vit komin hartil, at alt skal gerast upp í peningi ella peningsvirði, so er føroyska samfelagið blivið fátækt, slær Sofus D. Johannesen fast.
Hann vísir á, at tosar ein bert um, hvat kavarudding kostar, í mun til ein tunnil og rakstur av einum tunli, so sigur tað ikki honum og bygdarfólkinum so nógv.
- Fyri okkum er fyrst og fremst talan um trygdina, og ofta vísir tað seg, at tað skal eitt álvarsligt óhapp ella mannalív til, fyri at farleiðir verða gjørdar tryggari, sigur Sofus, og leggur aftrat – ikki sørt harmur á málinum:
- Fyri okkum hevur tað framvegis stóran týdning, at vit fáa ein tunnil til bygdina. Men tað letur ikki til, at tað fer at henda í bræði.










