KÍ-høllin og Badmintonhøllin í Klaksvík verða á tremur við framsýnarum, tá ið sætta North Atlantic Fish Fair ráðstevnan verður hildin frá 9. til 11. apríl.
- 150 framsýnarar úr 13 londum verða við á Fish Fair hesaferð, sigur Áki í Skemmuni, fyrireikari.
KÍ-høllin og Badmintonhøllin eru grannar, og ein millumbygningur er gjørdur, so at tað ber til at ganga undir taki millum hallirnar.
Umframt vanligu framsýningarøkini verður eisini fyrilestrasalur gjørdur í Badmintonhøllini, har fólk úr vinnuni og onnur fara at leggja fram. Eisini fer Livar Nysted at greiða frá um seinastu havrógvingina.











