150 fólk á ættarstevnu

Leygardagin hittust eini hálvtannaðhundrað fólk til ættarstevnu í Kvívík. Tað vóru eftirkomarar hjá Aggusteinus og Biritu Davidsen úr Kvívík, sum hittust. Birita og Aggusteinus giftust í 1838.

Høvið til ættarstevnuna var, at Bertie Davidson úr Kanada vitjaði saman við konuni.

Hann er abbasonur Jóhan Hendrik Davidsen, sum flutti til Kanada í 1903. Jóhan Hendrik vitjaði einaferð aftur í Føroyum, og tað var í 1951 ? síðani tá hevur eingin í familjuni verið aftur í Føroyum, fyrr enn abbasonurin nú vitjaði.

Ættarstevnan byrjaði við andakt í kirkjuni í Kvívík, har tjørnuvíkingar eisini sungu nakrar kingo-sálmar og Theodor Olsen, kvívíksprestur, segði nøkur orð. Síðani varð borðhald í bygdarhúsinum, Glæmuni.