150 atgongumerki eftir til Planet Awards

Enn eru nøkur atgongumerki eftir til frálíka Gallakvøldið við góðum mati og framúrskarandi tónleiki á Hotel Føroyum.

Nú eina viku undan Planet Awards eru 150 atgongumerki eftir til hetta stórsligna tiltak. Við framførslum við bólkum sum 200, Marius, Yggdrasil við Kára Sverrisyni, Channe Nussbaum Trio, Brandi K. Jacobsen, Petsi Tvørfoss, 200, Terja Rasmussen umframt Frændum, ið spæla til dans aftan á, at Planetirnar eru avgreiddar, er longu greitt, at hetta fer at verða ein av ársins størstu tónleikaupplivingum.  Men enn er eitt stórt tónleikanavn, ið ikki er avdúkað.
 
Simon Kvamm kemur
Á Planet Awards verða heiðurslønir handaðar til tað besta innan føroyskan tónleik, umframt heiðurslønina til besta útlendska bólk. Allir útlendsku bólkarnir, sum eru í uppskoti til hesa Planet, eru bodnir við, tað liggur tíanverri ikki fyri hjá Tim Christensen og James Blunt at koma, men Simon Kvamm úr Nephew kemur. Enn hava hvørki Madonna ella Green Day meldða avboð. Tað er eisini greitt, Jepser Binzer úr D.A.D. fer at handa eina Planet. Bæði Jesper og Simon gleða seg so nógv til tiltakið, at teir koma heilt til Føroyar í hesum ørindum. Um tú ikki hevur tryggjað tær atgongumerki enn, so er um at skunda sær, meðan nøkur eru eftir. Atgongumerkini fáast í forsølu í Teleshop, á Hotel Føroyum og í Miðlahúsinum í Vágsbotni, kostnaður er 275 kr. fyri alt tiltakið.
 
Hvat er Galla?
Nógv fólk ringja okkum og spyrja, hvat tey skulu fara í. Galla konseptið á tiltakinum er fyrst og fremst gjørt fyri at fólk skulu pynta seg. Hetta nýtist ikki at vera í dýrum nýggjum klæðum sniðgivnum til hetta tiltakið, sjálvt um tað eisini er ok, Men talan kann gott vera vanlig pen klæðir, ella kanska okkurt heilt annarleiðis, spennandi vakurt ella sermerkt. Í vikuni fara vit í Sosialinum, at vísa nøkur dømi um hvussu hetta kann gerast.
 
Stílfullir karmar
Við fyrimyndum úr tiltøkum uttanlanda, er talan um eitt stílfult tiltak. Karmarnir, ið Hotel Føroyar veitur, eru frálíkir, og íroknað í atgongumerkið er matur og vælkomudrykkur. Talan verður um góðan lættan hotel mat, ið framúrskarandi góði køkurin á Hotel Føroyum stendur fyri. 18 ára aldursmark er á tiltakinum. Planet Awards byrja kl. 21.00 og væntandi fer Frændur á pallin at spæla til dans kl. 01.00.
 
Eitt uppiborið herðaklapp
Føroyskur tónleikur hevur ment seg sera nógv seinastu árini, og hann hevur uppiborið at verða heiðraður. Hetta er ein roynd at geva hesum ídnaði, ið gevur føroyingum so nógv, eitt væl uppiborið herðaklapp.
 
Enn kann atkvøðast
Enn ber til at atkvøða um hvør skal vinna heiðurslønirnar. Hetta verður gjørt við SMS boðum. Hvørt SMS boð telur sum ein lutaseðil um frálíkar vinningar, sum ferð fyri tvey við Atlantic Airways, eina Samsung E-730 fartelefon og eitt árshald av Sosialinum. Øll við fartelefonhaldi hjá Føroya Tele kunnu atkvøða við at senda eini SMS boð til 1441. Atkvøðast kann bert einaferð fyri hvønn flokk. Kostnaðurin fyri hvørja atkvøðu er 5,- kr + vanligt SMS gjald. Seinasta freist at atkvøða er hóskvøldið á miðnátt.