Í kvøld klokkan 19 fara heili 3.000 áskoðarar at stuðla føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti í høllini við Tjarnir.
Føroysku hondbóltskvinnurnar spæla í kvøld fyrra HM Play Off dystin móti Litava. Returdysturin verður leiktur á útivølli sunnudagin. Samlaði vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið í Niðurlondum og Týsklandi.
Føroyar eru sambært 15 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin greiður favorittur til at vinna á Litava.
Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru so lág sum 1,04.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 16,73.
Miðaloddsini upp á litaviskan útisigur eru so høg sum 13,07.
HER eru oddsini:
##med2##