Í gjár varð greitt, at nýggja felagið í fyrrv. Sagabólkinum er tað italska Agip. Felagið kemur upp í bólkin hjá Norsk Hydro (Saga Petroleum Føroyar) og Anadarko og avloysir harvið Total Fina Elf, sum fór úr bólkinum herfyri.
Brynjulv Kløve frá Norsk Hydro sigur, at bólkurin er sera væl nøgdur við at hava fingið Agip við, tí italska felagið hóskar so væl saman við hinum feløgunum, ikki minst tá tað snýr seg um tøkniliga partin. Agip passar inn í bólkin sum fótur í hosu. Eisini Agip er nøgt við at koma uppí henda bólkin. Ron Lansdell frá Agip sigur, at hetta er eitt gott val. Hann upplýsir annars, at Agip eisini fer at lata inn eina umsókn saman við einum øðrum oljufelag. Saman við Marathon Oil fer Agip sum operatørur at lata enn eina umsókn inn. Tvs. at Agip fer at søkja um boriloyvi á landgrunninum í tveimum ymsum bólkum. Sambart Agip er hetta ikki nakar trupulleiki. Í umsóknini teir lata inn saman við Marathon meta teir seg ikki at vera kappingarneyta til umsóknina teir lata inn saman við Norsk Hydro og Anadarko.
Sosialurin frættir annars, at Føroya Kolvetni fer at lata inn umsókn einsamalt. Teir stíla ímóti at kunna koma saman við onkrum bólki eftir at umsóknarfreistin er úti í morgin. Hvat viðvíkur peningaligu orkuna hjá felagnum at vera við í útbjóðingini, so fer hetta at koma uppá pláss sambart Nils Sørensen, stjóra. Hvat viðvíkur stevningini móti teirra ráðgevum í Sagex, so hevur rætturin í Oslo enn ikki felt dóm. Norsk Hydro hevur onga viðmerking til tað málið. Tað var annars Norsk Hydro, sum herfyri stevndi fyrrv. Sagafólkum fyri at forða teimum í at vera við í arbeiðinum uppá 1. útbjóðing.
Tað skilst annnars, at tað er stórur spenningur um luttøkuna í 1. útbjóðing, nú dagin fyri at freistin gongur út. Eftir øllum at døma vera umsøkjararnir hesir:
BP Amoco - Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni - Texaco, Conoco, Murphey - Norsk Hydro (Saga Petroleum Føroya), Anadarko og Agip - Agip og Marathon - Statoil, Phillips, Veba Oil og Enterprise og sum rosinan í pylsuendanum Føroya Kolvetni, sum letur inn umsókn einsamalt. Tvs. talan verður um 15 útlendsk og 2 føroysk oljufeløg.
Tey fyrstu útlendsku oljufeløgini hava longu latið umsóknir sínar inn til Oljumálastýrið. Í gjár vóru Norsk Hydro, Anadarko og Agip við síni umsókn. Í dag standa Texaco, Conoco og Murphey á listanum, í morgin BP Amoco, The Faroes Partnership osfr.