15 ting tú kanst gera tá tú ikki sovnar

1.Telja kvistar uppi undir loftinum, um loftið, væl at merkja, er av træ
2.Ramsa allar landsstýrismenninar og floksformenninar upp í bókstavarað
3.Les føroysku orðabókina og leita eftir stavivillum
4.Telja seyðir, hestar, lomb, tjøldur, prestar, meyrur, grøs ella hvat tær nú dámar best
5.Finn uppá eina søgu, sum inniheldur burturflyting, skjótarí, biljakt og politi, sum tú síðani kanst fortelja fyri tínum arbeiðsfeløgum, at tú hevur verið úti fyri um kvøldið
6.Far upp og ger 20 armboyggingar, 12 einglahopp, 2 ryggvenjingar og 5 búkvenjingar
7.Drekk ein litur av kaffi og vita um teoriin passar, at sovnar ikki, tá ein hevur drukkið ov nógv kaffi
8.Set tónleik for frá drøn og syng við
9.Far upp og tel, hvussu nógv rís eru í einum rísposa
10.Avríma frystiboksina í kuldaskápinum
11.Finna útgingin ting í kuldaskápinum, og síðani skriva klagubrøv til framleiðararnar, har tú grenjar um, at vørurnar halda so stutt
12.Kann um tað passar, at eitt fýrfatsljós hevur eina brennitíð uppá fimm tímar
13.Tak Skipalistan og finna útav, hvussu nógv skip hava »e« í navninum
14.Ringja til Gallup um tú kanst gera eina kanning fyri tey
15.Royn og sleik høgra alboga. Riggar tað ikki, royn so vinstra