Vanliga verður allur landsliðshópurin úttikin ísenn, men nú heimliga kappingin er liðug, samstundis sum landsdystur er á skránni um lítlan mánað, hevur Jógvan Martin tikið heimligu spælararnar út. Hetta tí teir ikki longur hava nakra venjing í feløgum sínum. Ístaðin verður talan um fýra landsliðssavningar, har venjarin kann staðfesta, hvussu spælararnir eru fyri undan stóru avbjóðingini, nú teir skulu spæla á útivølli móti sjálvum heimsmeistarunum.
Teir fimtan, sum hava fingið landsliðsboð, eru Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen, Bergur Midjord, Hanus Thorleifsson B36, Andrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen, Rókur av F. Jespersen HB, Christian Høgni Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Jóhan Trost Davidsen, Einar Hansen, Óli Hansen NSÍ, René Tórgarð EB/Streymur og Pauli Hansen Skála