Atkvøddi Kári P. Højgaard fyri fíggjarlógini fyri 2002, har inntøkusíðan varð skerd við 366 mió. krónum?
Atkvøddi Kári P. Højgaard fyri yvirtøkulógini, sum var sjálvt grundarlagið undir blokkniðurskurðinum?
Um Kári P. Højgaard atkvøddi fyri hesum lógunum, var hann so harvið við til at lækka blokkstuðulin við 366 mió. krónum um árið?
Atkvøddi Kári P. Højgaard fyri, at prístalsreguleringin av blokkstuðlinum skuldi halda uppat frá 1. januar 2003?
Kann Kári P. Højgaard prógva, at tað onga ávirkan hevur fingið ella fær fyri føroyskar pensjónistar, at tríggjar milliardir eru tveittar burtur síðani 1. janura 2002?
Um hann kann prógva hetta, hvat er so prógvið?
Um vit býta hesar tríggjar milliardirnar við talinum 6.000 (sum er talið av pensjónistum í Føroyum), so vísir tað, at blokkniðurskurðurin hevur kostað eina hálva millión fyri hvønn pensjónist í landinum! Er Kári P. Højgaard samdur við hesum roknistikkinum (tað at 3.000.000.000 : 6.000 = 500.000)?
Um Kári P. Højgaard ikki er samdur við hesum roknistykkinum, kann hann so upplýsa rætta talið?
Kann Kári P. Højgaard greiða frá, hvørjar nýggjar inntøkur fullveldissamgongan, sum hann var partur av, skaffaði landskassanum, at seta ístaðin fyri blokkniðurskurðin?
Er tað ikki rætt, um eg sigi, at fullveldislandsstýrið, sum Sjálvstýrisflokkurin var partur av, ætlaði at avtaka allan blokkstuðulin?
Kann Kári P. Højgaard greiða mær frá, hvussu stórt avlopið hjá landskassanum var í 2001, 2002 og 2003 (t.v.s. áðrenn hann atkvøddi fyri blokkniðurskurðinum og árini aftaná)?
Um uppskot verður lagt fyri tingið um at skerja restina av blokkstuðlinum burtur, fer Sjálvstýrisflokkurin so at atkvøða fyri tí uppskotinum?
Um Sjálvstýrisflokkurin atkvøður fyri einum tílíkum uppskoti, meinar hann so harvið, at tað fær onga ávirkan á vælferðina í Føroyum, at meira enn 600 mió. krónur afturat verður tveitt burtur árliga?
Um Sjálvstýrisflokkurin atkvøður ímóti einum tílíkum uppskotin, hvør er so orsøkin til, at hann hevur broytt støðu síðani 2001?
Tað framgongur av greinini hjá Kára P. Højgaard, at stakir uppihaldarar, lesandi, pensjónistar og tey ið bera brek, skulu ikki bera kostnaðin av niðurskurðinum av blokkstuðlinum. Kann Kári P. Højgaard siga ítøkiliga, hvør so skal bera kostnaðin?
Við vón um skjótt svar.










