(Eftir Aldu Mørkøre Nielsdóttir, í starvsvenjing) Fabienne Geismar, ein 15-ára-gomul genta, varð skotin í Haiti, bert fáar dagar aftaná at verða sloppin undan jarðskjálvtanum.
Ógvusligar myndir hava verið vístar av gentuni, liggjandi í sínum egna blóði við síðuni av trimum innrammaðum myndum við blómum á, sum hon varð ákærd fyri at hava stolið.
Hon varð rakt av kúlum frá løgregluni, sum royndu at forða hana og nøkur onnur vanlukkuoffur í at ræna toftirnar.
Jan Dagø, ein fotografur hjá danska blaðnum, Jyllands-posten, staðfesti, at gentan varð rakt í høvdið av óvart. Hon doyði beinanvegin, og tá hon datt, fall høvur hennara niður á eina av myndunum og breyt glasið.
Men lík hennara varð rænt; pengarnir, hon hevði í hondini, tá hon doyði, vóru stolnir av øðrum, og stutt aftaná lógu bert tvær myndir hjá henni.










