Løgreglan í amerikanska statinum New Mexico hevur tikið ein 15 ára gamlan drong, sum er skuldsettur fyri at hava skotið trý børn og tvey vaksin fólk í býnum Albuquerque (myndin) í gjár.
Sambært teimum lokalu sjónvarpsstøðunum vil løgreglan ikki siga meiri um málið enn, men sum skilst kannar køgreglan, um tann 15 ára gamli skjeyt tey fimm við einari automatiskari riflu.
Fyri nøkrum døgum síðani segði Barack Obama, forseti, at hann vil hava Kongressina at herða vápnalógina, soleiðis at tað millum annað verður bannað at selja automatisk skotvápn.
Uppskotið hjá forsetanum er ein beinleiðis avleiðing av hendingini í Newtown í síðsta mánað, har ein ungur maður skjeyt 20 børn og seks vaksin.










