15 ár siðani fyrsta Herfølge-dystin

Í dag eru liðin júst 15 ár, síðani fótbóltsspælarin Jákup Mikkelsen spældi fyrsta dystin fyri danska felagið Herfølge.

Jákup Mikkelesen flutti til Danmarkar í august 1994, og 27. august árið eftir spældi hann fyrsta dystin fyri besta liðið hjá Herfølge. Dysturin var ímóti Lyngby, og á liðnum hjá Lyngby var ein annar klaksvíkingur, nevniliga Todi Jónsson. Lyngby vann dystin 2-0.

Jákup Mikkelsen spældi seks kappingarár fyri Herfølge, og samanlagt vardi hann málið í 136 dystum. Hann skoraði eisini tvey mál – bæði vóru við brotssparki.


Í ár eru eisini liðin 10 ár, síðani Herfølge við Jákup Mikkelsen í málinum, tók øll á bóli og vann danska meistaraheitið.


Jákup Mikkelsen spældi í Herfølge fram til mai mánað 2001, tá ið hann flutti til Molde í Noreg at spæla. Síðani hevur Jákup Mikkelsen spælt fyri Partick Thistle í Skotlandi og føroysku feløgini KÍ, B36 og ÍF.