Tað verður í framtíðini dýrari at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 er roknað við seks milliónum krónum í meirinntøkum av príshækkingum á Bygda- og Oyggjaleiðum.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at neyðugt er at hækka ferðaseðlakostnaðirnar, skal roknistykkið ganga upp.
- Sleppa vit ikki at hækka ferðaseðlakostnaðin, so mugu vit fáa pengarnar á fíggjarlógini í staðin fyri, sigur Reidar Nónfjall.
Játtanin til Strandferðsluna í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er 74,6 milliónir krónur, og tað er tað sama sum í ár, um útreiðslan til nýggjar stabilisatotar til Smyril, sum er mett at kosta umleið fýra milliónir, verður drigin frá. Strandferðslan hevur gjørt sína fíggjarætlan fyri næsta ár eftir teimum fortreytum, sum eru galdandi í løtuni, tvs. at Skálafjarðaleiðin, siglingin hjá Sam um Leirvíksfjørð og siglingin hjá Smyrli á Vág eru við í roknistykkinum. Eisini hevur Strandferðslan lagt upp fyri, at eingin sigling verður um Vestmannasund og at inntøkurnar frá flogleiðini helst fara at minka næsta ár.
Í seinastuni hevur verið frammi, at Skálafjarðasiglingin møguliga skal niðurleggjast, men Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í hesum sambandi ført fram, at peningurin skal nýtast til vegagerð á vestara armi á Skálafjørðinum í staðin, og tí fær Strandferðslan sum so ongan ágóða av, um siglingin, sum kostar umleið seks milliónir um árið, verður niðurløgd.
Neyðugt við dýrari ferðaseðlum
Reidar Nónfjall sigur, at neyðugt er at hækka ferðaseðlakostnaðin, skal Strandferðslan megna at halda seg á nøkunlunda somu játtan næsta ár, sammett við í ár.
- Strandferðslan er í tí støðu, at vit sleppa ikki at røra tænastustøðið. Vit sleppa ikki at spara ella skerja túratalið á nøkrum leiðum, tí at politikararnir halda fast um, at støðið skal vera óbroytt. Síðan 1997 eru lønarútreiðslurnar hjá Strandferðsluni, sum í høvuðsheitum stava frá lønarvøkstri í samfelagnum, øktar við 10 milliónum, og síðan 1998 eru útreiðslurnar til olju øktar við átta milliónum. Men samtíðis hava vit ikki hækkað ferðaseðlaprísin seinastu 10 árini. Hetta gongur ikki longur, og nú sleppa vit ikki undan at gera okkurt, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Reidar Nónfjall vísir á, at Strandferðslan, tá hædd verður tikin fyri lønarhækkingum og útreiðsluni til stabilisatorar til Smyril, megnar at halda útreiðslurnar á sama støði næsta ár, sleppur Strandferðslan at hækka ferðaseðlaprísirnar við tilsamans seks milliónum krónum.
Strandferðslan hevur gjørt eitt uppskot um, hvar og hvussu nógv ferðaseðlakostnaðurin skal hækka. Hóast Reidar Nónfjall ikki hevur stórvegis hug at útgreina hetta uppskot, so kann hann siga so mikið, at tað í meðal verður 15 prosent dýrari at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni. Ferðaseðlaprísurin hækkar, bæði fyri ferðafólk og bilar, men tó mest fyri bilar, sigur stjórin á Strandferðsluni. Eisini ætlar Strandferðslan, at ferðaseðlarnir við Bygdaleiðum skulu gerast dýrari, men tó ikki so nógv. Lagt verður upp til, at hægri ferðaseðlaprísir við bussunum skulu geva tilsamans 500.000 krónur í kassan hjá Strandferðsluni.
Politisk semja
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at hann hevur givið Strandferðsluni loyvi til at hækka ferðaseðlaprísirnar. Bjarni Djurholm sigur, at hann á landsstýrisfundi hevur boðað frá hesum, og at hann ikki hevur fingið ábendingar um, at undirtøka ikki er í samgonguni fyri at loyva Strandferðsluni at hækka ferðaseðlaprísirnar.
- Strandferðslan hevur í fleiri ár ikki hækkað sínar prísir, meðan útreiðslurnar hjá stovninum samtíðis eru hækkaðar nógv. Tí meti eg tað vera rætt at loyva Strandferðsluni at hækka ferðaseðlaprísirnar, sigur Bjarni Djurholm.