15 nýggj arbeiðspláss í Klaksvík

Tá nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum er klárt at taka í nýtlsu einaferð komandi vár, verður, sum boðað frá fyrr, eisini virksemið í laksasláturvirkinum í Klaksvík flutt hagar. 

 

Snotuligi bygningur hjá Bakkafrost í Klaksvík fer tó ikki at standa tómur leingi, tí í dag boðar trol- og nótavirkið Vónin frá, at felagið hevur ognað sær bygningin til sítt virksemi.

 

- Við hesum keypi, fær Vónin munandi betri umstøður til alinótaarbeiði og betrar sostatt um tænastuna til alivirkini, sum hava verið í vøkstri tey nógvu seinastu árini og tí verða raðfest frammaliga í dagliga arbeiðnum á Vónini, sigur Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini.

- Tá ein stórur partur av alingini í Føroyum er í norðuroyggjum og annað fiskavirksemi eisini, er hetta jú ein kærkomin møguleiki at koma nærri kundanum, sigur hann.

 

Væntandi fara umleið 15 fólk at starvast á Vónini í Klaksvík.