15 næmingar í Adventistaskúlan

Fyrrapartin í gjár møtti 11 dreingir og fýra gentur í Adventistaskúlanum til sín fyrsta skúladag. Hesa fyrstu vikuna verður ikki vanlig skúlagongd.

Havn: Tey vóru øgiliga spent. Og øgiliga tigandi, hesi 15 børnini, sum kl. 11 møttu í Adventistaskúlanum.
Um tað er stilli áðrenn ódn, skal vera ósagt, men tað hoyrdist ikki nakrastaðni, at 15 næmingar og foreldur teirra vóru savnaði í kjallaranum undir Adventistakirkjuni.
Á talvuni stóðu tey fimtan nøvnini, og nú skuldu tey so, ein fyri og annar eftir, upp á talvuna at viska út sítt egna navn.
Fyrsti næmingurin, Teitur hevði eina heldur trupla uppgávu: Í fyrsta lagi vóru 15 nøvn at velja millum, og í øðrum lagi vóru tveir við navninum Teitur í flokkinum.
Hesin  við navninum Teitur A. - fann tó skjótt fram á sítt navn, og so var tað strikað av talvuni.

Eldri vinir
Í hesum 1. flokkinum eru fýra næmingar, sum ikki eiga eldri systkin í skúlum. Og tí er hetta ein serstakur dagur fyri tey og fyri foreldur teirra.
Við stuttu samkomuna fingu børnini vístar bøkurnar sum tey skulu brúka hetta komandi árið, m.a. eina spildurnýggja roknibók, sum á fyrsta sinni skal takast í nýtslu í ár.
Hesa fyrstu vikuna verður tó ikki nógv rokning á skránni, men tey fara at leggja dent á m.a. frálæru í ferðslu. Men í næstu viku verður so lagt til brots av álvara.
Tá ein kemur soleiðis nýggjur í ein 1. flokk so kann tað mangan tykjast einsligt, og trupult kann vera at finna onkran at spæla við.
Men skúlin hevur her ta skipan at allir næmingarnir í 1. flokki hava ein vin, sum gongur í 7. flokki.
- So hevur tú ongan at spæla við ella tú keðir teg í fríkorterinum, so kanst tú altíð fara til vinin í 7. flokki, fingu børnini at vita henda fyrsta skúladagin.
Umframt hesar 15 næmingarnar í 1. flokki, so eru 95 aðrir næmingar í skúlanum hetta komandi skúlaárið - 110 íalt.