15 milliónir minni úr Fíggingargrunninum

Landsstýrið fær ikki ta upphædd í vinningsbýti úr Fíggingargrunninum, sum tað hevði ætla sær. Orsøkin er hjálparpakkin í sambandi við bankabjargingar, sum løgtingið samtykti fyrr í ár.

Í fíggjarlógini fyri 2011 sæst, at dagførda metingin fyri útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992 er, at útlutingin verður fimm milliónir krónur fyri 2010, sum verður útgoldið í 2011. Hetta er 15 milliónir krónur minni, enn mett varð í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011. Orsøkin er, at figgjarligi hjálparpakkin treytar, at peningastovnar ikki luta út vinningsbýti fyrr enn fyri 4. ársfjórðing í 2010.