Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, harmast um vánaligu umrøðuna, ið flúgvingin við franska landsliðnum gevur Føroyum sum ferðamannalandi og vísir á, at fyri 15 milliónir kann regulariteturin gerast væl størri, enn hann nú er Eftir at teir høvdu verið á veg henda vegin í eitt samdøgur, so lendi franska landsliðið loksins í Vágum klokkan gott hálvum eitt í dag.
Franska ferðalagið ferðast við leiguflogfari hjá Malmø Aviation. Atlantsflog varð spurt, um teir kundu taka sær av ferðini, men tað bar ikki til, tí Atlantsflog hevur so nógv at gera.
Hóast teir ikki høvdu ábyrgd av ferðini, so hava tey í Atlantsflogi fylgt væl við, og eingin harmast meiri enn stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, um, at tað gekk, sum tað hevur gjørt.
- Kritiski faktorurin í samband við flogferðsluna til og úr Føroyum er óreglusemið, sum serliga ger um seg við mjørka og vindi, tá ið hann er lágur í ættini. Tað er reglusemið, sum skal økjast -longdin á vøllinum hevur bara sekunderan týdning. Ultimativa loysnin er at fáa tveir vallir í Føroyum, sum komplementera hvønn annan, soleiðis at er ikki lendandi á øðrum plássinum, so liggur væl fyri á hinum plássinum, sigur Magni Arge, sum tó vísir á, at tað fyri ikki so nógvar pengar hevði borið til at økt væl um regularitetin í Vágum:
- Vit kunnu bøta um regularitetin í Vágum við ljósum og tólum. Hetta kann gerast við at seta upp fleiri ljósmastrar til innflúgvingina, so tær fara heilt oman á Vatnið og oman til Sørvágs, og við at seta upp betri innflúgvingartól - sokallaðar glíðibreytir. Tað eru tól, sum flogførini kunnu brúka at siga hvørjari hædd tey flúgva í.
Magni Arge sigur, at bæði tiltøkini kunnu setast í verk við stuttum skoðbráði, og tey kunnu fáast at virka til komandi summar. Kostnaðurin er mettur til umleið 15 milliónir krónur.
-Tað eru peanuts, tá vit skulu samanbera við, hvussu nógva inntøku føroyska ferðavinnan og Føroyar sum land missa orsaka av negativu umrøðuni, sum Føroyar og flogvøllur okkara fær, nú tað gekk so illa hjá fraklendingum at lenda í Vágum, vísir Magni Arge á.
Stjórin í Atlantsflogi staðfestir, at donsku myndugleikarnir hava forsømt sína uppgávu at menna umstøðurnar fyri flúgving í Føroyum, og at føroyska samfelagið hevur drálað alt ov leingi við at taka sakina í egnar hendur og at fáa hetta uppá pláss.
-Tíbetur hava vit fingið glið á hesa prosessina við at yvirtaka flogvøllin og við samtyktini um at útbyggja hann. Nú er at seta fulla ferð á útbyggingina og ikki drála eitt sekund afturat. Fyri hvønn dag, sum gongur, missa vit álit millum fólk, sum annars ynskja at samstarva og vitja okkum, sigur Magni Arge.
Enn manglar onkur samtykt í Løgtinginum, áðrenn felagið, sum umsitur flogvøllin, kann fara til verka. Men fyri ikki at missa tíð, so sigur stjórin í Atlantsflogi, at flogfelagið hevur fyri egna rokning sett kanningar í verk og gjørt forprojektir til at seta upp fleiri ljósmastrar og glíðibreytir.
- Fyribils metingar siga, at hetta kostar umleið 15 milliónir krónur. Projektið við ljósmastrum kann setast í verk í somu løtu, pengar verða játtaðir, og projektið við glíðibreytum krevur nakrar forkanningar og testir, sum verða gjørdar í januar. Er viljin til staðar, so fáa vit eisni tað í lag, áðrenn summarið kemur, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.