15. mars ? umsóknarfreistin nærkast

Fyri føroysku miðnámsútbúgvingarnar og danskar universitets útbúgvingar umvegis kvote 2 er umsóknarfreistin eina lítla viku burtur

Útbúgving

Tey, ið ætlaði sær undir víðari útbúgving eftir summarfrítíðina og skulu skifta lærustovn hava alsamt styttri umhugsunar tíð. Fyri føroyskar miðnámsútbúgvingar og kvote 2 umsóknir í Danmark er umsóknarfreistin 15. mars, og hesin dagurin nærkast alsamt. Fyri onnur lond eru aðrar freistir galdandi meira fæst at vita um hesar á www.ask.fo. Serliga í sambandi við útbúgvingarnar uttanlands er nógv fyrireiking, ið skal fáast frá hondini, soleiðis at tað hevur skund hjá teimum, ið ætla at søkja, um at fáa í øllum førum umsagnarviðurskiftini í rættlag. Umframt at søkja til sjálva útbúgvingini skal tú í nógvum førum eisini í holt við at søkja m.a. býli.

Miðnámsútbúgving
Teir tíggju miðnámsskúlarnir í Føroyum skulu allir sum ein hava nýggj fólk til eftir summarfrítíðina. Onkur hevur kanska lagt til merkis, at lýsingaherferðir eru bæði at síggja og hoyra, har teir ymsu skúlarnir kappast um at sleppa framat teimum søkjandi.
Ein umsókn um upptøku til ein miðnámsskúla skal sendast skúlandi, har tú søkir, upplýsir Eyðgunn Samuelsen, deildarleiðari í Undirvísingar og Mentamálastýrinum. Talan er kortini um eina samskipaða umsóknarskipan, har tann einstaki kann hava fleiri ynski um miðnámsskúlar. Verður ein umsókn ikki latin skúlanum til tíðina, so verður hetta viðmerkt í sjálva umsóknini, og ov seinar innlatnar umsóknir verða viðgjørdar fyri seg, um teir verða viðgjørdar yvirhøvur.
Eyðgunn Samuelsen upplýsir, at tað í fjør vóru 974 fólk, sum søktu um upptøku til eina miðnámsútbúgving. 830 av hesum sluppu ígjøgnum nálareyga. Orsøkin til, at ikki øll sluppu inn, var fyri tað mesta, at plásstrot var á fleiri av skúlanum, soleiðis at fleiri næmingar ikki fingu upptøku í skúlanum, har teir ynsktu.
Tað verður væntandi greitt um hálvan apríl, hvør verður upptikin á miðnámsútbúgvingunum.

Kvote 2
Tey, ið ætla sær undir lestur á hægri læristovni í Danmark, mugu eisini gera skjótt av. Tað er nevniliga soleiðis, at umsøkjarar umvegis kvote 2 skipanina skulu latið umsóknirnar inn 15. mars. Í umsøkjararaheftinum hjá KOT (Den Koordinerede Tilmelding) stendur at lesa, at umsóknir umvegis kvote 2 skulu vera skúlanum í hendi innan á miðdegi ? kl. 11. føroyska tíð ? fríggjadagin 15. mars.
Tá søkt verður umvegis kvote 2, so skulu tey søkja, ið ikki hava nóg mikið í miðal í teirra miðnámsprógvið, eins og tær útbúgvingarnar, ið hava upptøkuroynd, hoyra undir kvote 2.
Meira fæst at vita um hesar útbúgvingar við at leita út á alnetið á eitt nú www.mfs.fo ella www.r-u-e.dk.
27. juli fæst at vita, hvørt tú ert upptikin ella ei.