Ein 49 ára gamal maður varð í gjár í Føroya rætti dømdur 15 mánaðar fongsulsrevsing. Maðurin hevði verið ónærisligur í móti eini 15 ára gamlari gentu, sum var dóttir kvinnuna, hann livdi saman við.
Maðurin flutti inn til kvinnuna í desember og byrjaði at gera seg inn á gentuna í apríl. Rætturin kom eisini til, at maðurin minst einaferð hevði gjørt seg inn á gentuna, meðan hon var 14 ár.
49 ára gamli maðurin er útlendingur, sum hevur búð í Føroyum seinastu átta árini. Hann kom til Føroya fyri at arbeiða og forsyrgja familjuni í heimlandinum, har hann millum annað hevur konu og trý børn.
Føroya rættur metti, at revsing á eitt ár og tríggjar mánaðir var hóskandi. Harumframt er maðurin vístur úr Føroyum í tíggju ár, og skal rinda 15 ára gomlu gentuni 30.000 krónur í endurgjaldi.
Maðurin hevur møguleika at kæra dómin, og til tann avgerin er tikin, verður hann sitandi í varðhaldinum.