Mikukvøldið fer KÍ á heimavølli at stríðast og spæla fyri at vinna seg víðari í ársins Europa Conference League. Stóra málið er fyri fyrstu ferð at vinna seg í europeiskt bólkaspæl. Tað er framvegis møguleiki fyri at røkka málið í ár, og um tað ikki eydnast í ár, so fyrireikar KÍ seg til at vinna seg í europeiskt endaspæl næsta ár.
At KÍ fer at kvalifisera seg at vera við í Europa í 2023 man eingin ivi vera um. Í løtuni er KÍ stórfavorittur at endurvinna FM heitið og harvið rættin til aftur næsta ár at vera við í europeisku meistarakappingini, og undir øllum umstøðum verður KÍ aftur í 2023 í hvussu so er við í Europa Conference League.
Meðan klaksvíkingar kappast í Europa og samstundis hava bæði landskapping og steypakapping at hugsa um, so hava teir síðstu vikurnar skrivað undir fleiri sáttmálar, ið binda lyklaspælarar at felagnum tey næstu árini.
Í dag var tað liðformaðurin og lyklaspælarin Jákup B. Andreasen, sum skrivaði undir uppá, at hann eisini fer at umboða barndómsfelagið í 2023 og 2024.
Nú hava 15 av teimum 27 spælarunum, sum í løtuni eru sáttmálabundnir, skrivað undir uppá, at teir eisini í 2023 fara at spæla við KÍ. Tað er greitt, at Mikkjal K. Thomassen fer at halda fram sum venjari. KÍ og venjarin hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fram til og við 2025.
Av teimum, sum nú eru við til at manna hópin, eru tað bara fýra lyklaspælarar, sum ikki hava skrivað undir sáttmála, ið er galdandi eftir 2022. Teir eru málverjin Mathias Brinch Rosenørn, verjuspælararnir Jesper Brinck og Patrick Da Silva og framrættaði Claes Philip Kronberg.
Tað er rættiliga sannlíkt, at onkur av hesum fýra heilt skjótt fer at skriva undir nýggjan sáttmála.
Hetta eru sáttmálaskeiðini, sum tey í løtuni síggja út hjá KÍ:
Mikkjal K. Thomassen 2025
Patrick Da Silva 2022
Dmytro Lytvyn 2022
Deni Pavlovic 2023
Jesper Brinck 2022
Mads Bo Mikkelsen 2023
Árni Frederiksberg 2024
Jákup B. Andreasen 2024
Páll A. Klettskarð 2024
Jóannes Bjartalíð 2024
Jonn Johannesen 2023
Mathias Brinch Rosenørn 2022
René Shaki Joensen 2023
Jóannes K. Danielsen 2024
Meinhardt P. Joensen 2022
Olaf K. Hansen 2022
Dávid B. Andreasen 2023
Børge Petersen 2023
Valerijs Sabala 2022
Odmar Færø 2025
Heini Vatnsdal 2024
Silas Gaard 2022
Óli Eyðsteinsson Poulsen 2023
Anders Holvad 2023
Claes Philip Kronberg 2022
Símun Kalsø 2022
Tóki á Lógv 2022
Jákup N. Vilhelmsen 2022