15 grundøki aftrat

Klaksvíkar kommuna er av álvara farin at gera sítt til at nøkta eftirspurningin eftir grundøkjum í býnum.

Fólk hava víst áhuga at búseta seg á Norðoyri, og har kommunan bæði hevur - og fer - at gera fleiri øki byggibúgvin.

Á vegnum á Fløtum eru sjey øki nú gjørd byggibúgvin, og í ovaru síðu av vegnum er ætlanin at gera átta aftrat í næstum.