Í minsta lagi 15 fólk hava latið lív í bardøgum millim trygdarhermenn og menn, sum eru rýmdir úr sýriska herinum. Bardagarnir vóru í morgun í býnum Idlib, sum er tætt við turkiska markið, og sum skilst venda støðugt fleiri hermenn myndugleikunum bakið.
Trýstið á leiðsluna í Damaskus veksur í hvørjum, og bæði Arabiska Samgongan, ES og USA hava sett til tøk í verk ímóti landinum.
ST hevur lagt sýrisku leiðsluna undir grov og skipað brot á mannarættindini. Stjórnin í Damaskus svarar, at hon berjist við útloendskar yvirgangsfelagsskapir, sum royna at elva til borgarakríggj.
Sambært ST hava meiri enn 4.000 fólk latið lív í uppreistrinum í Sýrialandi, sum byrjaði í mars.










