15 fólk handtikin eftir ófrið í Keypmannahavn

Løgreglan nýtti táragass í Christianshavn í nátt, eftir at ófriðarfólk settu eld á ymsa staðni í gøtunum.

Tilsamans 15 fólk eru handatkin eftir ófrið fleiri staðni í Keypmannahavn.

Hesum boðar Københavns Politi frá í morgun.

##med2##

Ófriðurin brast á í gjár, eftir at umstríddi floksstovnarin, Rasmus Paludan, hevði skipað fyri mótmælistiltaki á Blågårds Plads.

Har var hann sambært politinum álopin, og so brast ófriðurin á, og fólk kastaðu steinar eftir løgregluni.

##med10##

Allan Wadsworthh-Hansen, varapolitiinspektørur, váttar, at tað nú tíðliga í morgun aftur er friðarligt á Norrebro og Nordvest býarpørtunum.

##med3##

Somuleiðis er friðarligt á Christiania, har ófriður eisini tók seg upp í gjár, og har forðingar lagdar á Prinsessegade. Har kendi løgreglan seg noydda at nýta táragass.

– Beint nú líkist Keypmannahavn sær sjálvum. Her er friðarligt, men løgreglufólk síggjast enn í gøtunum. Vit eru í ferð við at rudda, sigur varapolitiinspektørurin.

##med4##

Við TV2 sigur Hans Jørgen Larsen, opreatiónsleiðari hjá Københavns Beredsakp, at tað síðani klokkan 22 hava verið 20 ymsir eldar í ymsum pørtum av Keypmannahavn.

Fleiri eldar hava verið í bingjum, bilum og líklandi.

– Tað svarar til eina nýggjársaftan, tá klokkan er um at vera midnátt. Vit hava havt nógv at gera, men tað hevur tíbetur bara verið smáir eldar, sigur Hans Jørgen Larsen við TV2.

Københavns Politi váttar, at teir síðstu eldarnir vórðu sløktir umleið klokkan 5 í morgun. Eingin hevur fingið skaða.

Rasmus Paludan hevur stovnað víðgongda islamkritiska flokkin Stram Kurs.

Hann skuldi í gjár halda sín mótmælisfund í Mjølnerparkini, men var í síðstu løtu av órgreiðum orsøkum fluttur til Blågårds Plads.

##med5##

Fleri av fremstu politikarunum hava fordømt ramferðarháttin og retorikkin hjá honum, eitt nú Lars Løkke Rasmussen, sum hevur kallað mótmæli hansara fyri eina »meingsleysa provokatión«.

 

/ritzau/

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##