Nógvir danskir peningastovnar hava so ilt við at siga sínum viðskiftafólki, hvat tað veruliga kostar at taka lán hjá teimum, at nú hevur Fíggjareftirlitið meldað 15 teirra til løgregluna. Tað hevur eftirlitið gjørt eftir at hava kannað upplýsingarnar, sum peningastovnarnir hava á sínum heimasíðum.
Kanningin hjá eftirlitinum vísti, at av teimum 32 peningastovnunum, sum blivu kannaðir, høvdu 31 trupulleikar við upplýsingunum. Hjá 15 var talan um so álvarssom brek, at teir eru meldaðir. Hinir hava fingið átalu.
-Kanningin vísir týðiliga, at tað er neyðugt at fáa viðurskiftini í rættlag, so fólk fáa teir upplýsingar, sum tey hava krav uppá, sigur Annette Bjaaland Andersen hjá Fíggjareftirlitinum í einum tíðindaskrivi í dag.
Eingin føroyskur peningastovnur er millum teir, sum Fíggjareftirlitið hevur kannað.










