15 børn í skúla í Sørvági

Í Sørvági fara børnini í 1. flokki nú í skúla hvønn morgun klokkan átta

Ólavur í Beiti


1. flokkur í Sørvági: Fimtan børn byrja í 1. flokki í Sørvágs skúla í ár, og var fyrsti skúladagur hjá teimum í gjár, mánadagin.

Sum nakað nýtt skal 1. flokkur í Sørvági eisini møta hvønn morgun klokkan 8. Ein av orsøkunum til hetta er, at tað er høgligari hjá foreldrunum, sum hava arbeiði, at børnin byrja tíðliga í skúlanum.