15 ára gamla gentan, sum í Danmark er ákærd í einum máli, sum hevur við yvirgangsatsóknir og spreingievni at gera, situr í einakliva, og í morgun hevur rætturin longt uppihaldið hjá henni í einaklivanum til 9. februar, sama dag sum varðhaldsfongslingin gongur út.
Sambært donskum miðlum er hon ákærd fyri brot á lógina um spreingievni. Gentan, sum er etnisk donsk, er nýliga umvend til islam og hevur í seinastuni víst sín stuðul til yvirgangsatsóknir. Stutt eftir handtøkuna, varð ein 24 ára gamal Sýriastríðsmaður settur í samband við gentuna. Hann varð eisini handtikin og situr somuleiðis í einakliva.
Tað er sera óvanligt, at so ung fólk sita í einakliva, og verji ungu gentunnar hevur eisini klaga sína neyð um hetta. Hetta vísir, hvussu álvarsama, danskir myndugleikar meta støðuna at vera.












