15. apríl. Dagurin eitur Olympia. Tær ljósu næturnar byrja. Navnið Olympia er til minnis um halga konu, sum varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Hendingar hendan dagin:
1865: Abraham Lincolm, amerikanslur forseti, varð skotin 14. apríl og doyði dagin eftir.
1912: Ferðamannaskipið Titanic søkkur á jomfruferðini millum Southampton í Onglandi og New York í USA á Newfoundlandsleiðini eftir at hava rent á eitt ísfjall. Titanic var heimsins størsta skip, og tað segðist um skipið, at tað ikki kundi søkka. Umleið 700 fólk vórðu bjargað, meðan 1.513 fólk druknaðu.
Vrakið av Titanic varð funnið í 1985 á 4 kilometra dýpi.
Sama dag, sum Titanic sakk var eitt barn føtt, sum fekk stóran týdning fyri Korea og hevur tað enn. Tað var tann valdsmikli einaræðisharrin, Kim Il Sung, sum stovnaði kommunistiska Norðurkorea. Landið hevði verið hersett av Japan síðani 1910. Men tá Japan tapti annan heimsbardaga, misti landið hertikna Korea, sum tá varð býtt í tvey.
Í dag er Kim Jong-un einaræðisharri í Norðurkorea. Hann er abbasonur Kim Il Sung.
1922: Kanadisku læknarinir Sir Frederick Grant Banting og John Macleod gera tað fyrstu insulinið
1930: Deyðarevsingin í Danmark í sivilum revsimálum verður avtikin.
1945: 35 hvítir bussar frá svenska og danska Reyða Krossi bjarga donskum jødum í KZ-leguni Theresienstadt í Tjekkoslovakia. Folke Bernadotte, greivi, hevði úr Týsklandi fingið loyvi at heinta danskar og norskar fangar til Svøríkis.
1955: McDonalds burgaraketan verður stovnað í Chicago í USA. Tað vóru brøðurnir Dick og Mac McDonald, sum høvdu fingið hugskotið við fast food í Drive-in matstovum. Í 1995 hevði McDonald's 18.380 matarstøð í 89 londum, og í 2005 yvir 30.000 matarstøði í 119 londum.
1989: 86 fólk vórðu kroyst til deyða á Hillsborough Stadion í Sheffild í Onglandi, eftir at panikkur kom í undir steypafinaluni í fótbólti millum Nottingham Forest og Liverpool.
Fødd hendan dagin:
1452: Leonardo da Vinci, italskur málari og multigeni
1646: Christian 5., danskur-norskur kongur
1912: Kim Il-Sung, einaræðisharri í Norðurkorea
1930: Vígdis Finnbogardóttir, fyrrverandi forseti í Íslandi
1960: Susane Bier, danskur filmsleikstjóri
1972: Trine Dyrholm, donsk sangarinna og sjónleikari