15.750 vitjandi í fjør

56,50 kr. kostaði hvør vitjandi í Tilhaldinum hjá Tórs­havn­ar kommunu í 2012. Onki er at ivast í, at hesir pengar eru væl brúktir, tá hugt verður at, hvussu fjøl­broytt tilboð húsið veitir

Lagt til rættis: Simona Weihe

Í morgin, grækarismessudag, fyllir Tilhaldið í Havn 15 ár.
1999 var Altjóða Eldraár. Hesi avbjóðing tók Tórshavnar komm­una av við m.a. at lata teimum gomlu húsið longu árið fyri, í 1998.
Fyrstu árini fekk Tilhaldið fígg­ing til raksturin gjøgnum Al­manna­stovuna. Í 2009 varð hendan játtan strik­að. Tórshavnar kommuna kendi sína ábyrgd og tók um end­an.
Við hesum hevur Tórshavnar komm­una tryggjað eldru borgarum sín­um nýggjar avbjóðingar, at menna seg og ríka gerandisdagin, sum hevur alstóran týdning fyri lívs­­­góðskuna.

Stásiliga húsið í Tórsgøtu hevur hesi 15 árini verið hugnaligur og kveikjandi karmur um gerandis­dagin hjá túsundtals fólkum. Í fjør var talið á vitjandi 15.747.
Wanja Petersen, sjúkrarøktar­frøðingur, hevur frá byrjan verið leiðari av Tilhaldinum. Hon hevur saman við starvs- og húsfólkunum skip­að so fyri, at hvørja viku eru 26 ymisk til­­boð at velja í. Tilboðini verða vald við tí fyri eyga, at tey skulu vera fyribyrgjandi, heilsu­fremj­andi og geva lívs­góðsku.
Vit hava verið í Tilhaldinum og fingið Wanju Petersen at siga eitt sindur um, hvussu húsið hevur virkað og ment seg hesi 15 árini.

Í húsinum er vev­stovu, teldu­stovu, motións­rúm, seymi­­­rúm, verk­­stað til horn- og beinarbeiði, bókasavn og annað.
Umframt virksemið innanhýsis so hava tey í Tilhaldinum verið mang­­­ar útferðir. Skipað verður fyri fyri­lestrum, skeiðum og kvøld­setum. Mentanarnáttina og á ólav­søku eru framsýningar á skránni.
Sum leiðari í Tilhaldinum hevur Wanja hegnisliga og við virðing fyri søguliga og mentanarliga virðinum, slíkur bygningur umboðar, skipað fyri áhaldandi umvælingum og ístand­setan, so í dag verður alt hús­ið brúkt, ímóti at byrjað varð í smáum í 98 við bert at húsast á einari hædd.

Wanja Petersen greiðir frá, at hug­sjónir Tilhaldsins eru:
• At varðveita og menna heilsuna, so lívsgóðska fram­hald­andi gong­­u­r aftur sum ein reyður tráð­­ur gjøgnum lívið.
• Ein stovnur, har hugni, trivni, menning og virðing fyri tí ein­staka er í hásæti.
• Har øll kenna seg væl, fáa nýtt síni evni og førleikar, læra og hava tað stuttligt.
• Skal gera mun fyri lív og heilsu.
• Arbeiðið er grundað á megin­regl­urnar hjá ST.
• Arbeiðið verður gjørt við atliti til samfelagið.


----
FAKTA

Játtan 2012: 890.000 kr.
Stødd: 546 fermetrar
Normering: 1,44 ársverk + tímaløn til skeiðs­undir­vísarar
og fyri­lestrahaldarar
Harafturat eitt ótal av gávumildum hondum, sum gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði í og uttan fyri Tilhaldið
Tilboð: 26 ymisk um vikuna
Opið: mánadag–fríggjadag kl. 9–16
Vitjandi: Í 2012 vóru 15.747
Ongin limaskapur er. Leiðarin hevur fíggjarliga ábyrgd.
Húsfólkini velja nevnd. Nevndin er mannað við pensjónistum og hevur saman við leiðaranum ábyrgd av tiltøkunum. Fundur er eina ferð um mánaðin
° ° ° ° °
Í 2012 vóru 19.876 íbúgvar í Tórshavnar kommunu og av teimum 3.818 yvir 60 ár (kelda: Hagstovan)
----

Søgan um húsið
Varð bygt beint eftir at Føroya Banki varð settur á stovn í 1906. Og her helt bankin til, til hann flutti í nýggja bankabygningin í 1958. Tá flutti so Tekniski Skúlin inn og var har til hann flutti í egin høli við Velbastaðvegin. Seinni ognaði kommunan sær húsið.