15 + 16 er 33

Danski undirvísingarráðharrin gjørdi pínligan roknifeil, tá ið hon legði fram úrslitini av PISA-kanningini í dag. Tina Nedergaard skuldi greiða fjølmiðlafólki frá, at tað er eitt hugskot at hava flokkar, sum eru størri enn 28 næmingar, hóast dygdin í fólkaskúlan skal betrast.

- Lat meg greiða frá. Um tað sita 15 næmingar í einum flokki og 16 í flokkinum við síðuna av, so eru tveir lærarar tøkir til teir 33 næmingarnar, segði Tina Nedergaard.

Og soleiðis endaði tað við, at stóra søgan frá framløguni av donsku PISA-kanningini var, at undirvísingarráðharrin ikki dugdi at leggja 15 og 16 saman.