15.000 søktu 150 størv

Tá ein verksmiðja uttan fyri spanska høvuðsstaðin Madrid lýsti 150 størv leys, fekk hon ikki færr enn 15.000 umsóknir við postinum. Freistin at søkja var úti mánadagin.

Bretska blaðið Daily Telegraph skrivar, at nógv teir flestu umsøkjararnir høvdu ikki kannað, hvat fyri arbeiði talan var um, tí hjá teimum ráddi bara um at fáa eitt arbeiði.

Arbeiðsgevarin sigur, at hann fer at kanna allar umsóknirnar og at velja tær bestu 1.500 burturúr, og á tann hátt væntar hann at fáa teir best egnaðu umsøkjararnar til tær ymsu uppgávurnar.

Í august var arbeiðsloysið í Spania 25,8 prosent, og millum tey ungu var tað 52,9 prosent.