Veiða
Tveir fiskimenn í Måløy, Rolf Ervik og Leidulf Årvik, fingu herfyri ein sjáldsaman og stóran fong. Teir royndu við snurrinót og fingu tilsamans 300 áburrur, sum er føroyska heitið fyri “aborre”.
Tað er blaðið Fjordenes Tidende, sum ber hesi tíðindi.
Hetta er dýrur fiskur, sum er meira vanligur í heitari sjógvi og syðri á jarðarhálvuni.
Fyri veiðina, sum vá tilsamans 1400 pund, fingu teir 46 krónur fyri kilo.
Tað hevur ikki verið óvanligt, at norskir útróðrarmenn av og á hava fingið nakrar einstakar áborrur, men tey 1400 pundini eru ivaleyst størsta nøgdin, sum fingin er ein útróðrardag.
- Vit fingu allan fiskin í einum kasti. Tað líka sum “kókaði” í nótini, tá ið vit tóku hana inn. Vit skiltu ikki heilt, hvat tað var, vit høvdu fingið. Í fyrstani hildu vit, at tað var laksur, men síðan sóu vit, at talan var um nakrar hundrað áborrur. Vit gjørdust rættiliga ovfarnir, sigur Rolf Ervik, skipari á útróðrarbátinum, Havbris.
Í Noreg vænta tey ikki, at áborrur fara at gerast ein náttúrligur partur av norskari fiskiveiði tey næstu árini, men lítil ivi er um, at tað er ein avleiðing av heitari sjógvi, at slík fiskasløg í so stórum nøgdum leita sær norðureftir.
Væntandi er, at fleiri og fleiri fiskasløg, sum vanliga halda til í heitari sjógvi, fara at leita norðureftir
Tað tók sína tíð hjá norsku útróðrarmonnunum at sannføra keyparar um, at teir høvdu fingið 1400 pund av áborrum.
- Vit noyddust at sannføra teir um, at fongurin var ein veruleiki – og ikki skemt, siga fegnu og ovfarnu útróðrarmenninir.










