So er tað í dag, at 1.400 skúlanæmingar í 4. og 6. flokki skulu til landsroynd. Talan er um 725 næminrgar úr 4. flokki og 715 úr 6. flokki, sum skulu til roynd í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Royndirnar byrjaðu í morgun og enda mikudagin.
Hesaferð eru landsroyndirnar øðrvísi á tann hátt, at tær eru talgildar. Skúlablaðið skrivar, at hetta hevur sett stór krøv til skúlarnar um útgerð, internetsamband og annað, og nógva staðni hava stórir trupulleikar verið í royndarkanningunum, sum hava verið.
Summastaðni hava trupulleikarnir verið so stórir, at Lærarafelagið hevur heitt á myndugleikarnar um at útseta landsroyndirnar. Hesum hevur Mentamálaráðið ikki gingið á møti.
Mikukvøldið komu nýggj boð út í skúlarnar um, at royndirnar verða skipaðar øðrvísi enn upprunaliga ætlað. Fjórði flokkur og sætti flokkur verða býttur sundur í tvey, har fyrri bólkurin fer upp fyrrapartin og seinni seinnapartin.
Sambært Skúlablaðnum, so metir Lærarafelagið, at úrslitini av landsroyndini 2014 ikki verða eftirfarandi orsakað av nógvu trupulleikunum, sum hava verið, og bert kunnu verða fataðar sum ein royndarkoyring av tøknini aftan fyri verkætlanina.