140 við á oljuráðstevnu

Tann 24. og 25. okt. verður oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum. Vinnuhúsið og Stephanssons Hús skipa fyri, skrivar Vinnuhúsið

 

Endamálið við stevnuni er fyrst og fremst at fáa oljufeløgini at kunna føroysku vinnuna um ætlannir sínar í leitiskeiðnum, og hvussu tey ætlað at røkka málinum um størst møguliga føroyska vinnuluttøku.

Vinnuhúsið skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við Stephanssons Hús.

Nú freistin fyri tilmeldingin er farin sæst, at uml. 140 luttakarar verða á stevnuni, og av hesum eru 3/4 føroyingar og 1/4 útlendingar. Útlendsku umboðini eru frá oljufeløgum, nøkur almen umboð og nøkur umboð frá veitarafeløgum.


Í so tíðliga

Oljubólkurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði sjálvandi vónað, at fleiri útlendiskir veitarar fóru at nýta høvi at koma hendanvegin, nú oljuleiting stendur fyri durum. Og tískil varð tíð avsett á skránna soleiðis, at stevnan eisini gav møguleikar hjá føroyskum feløgum at hitta hesar.

Ásannast má tó, at ráðstevnan kanska liggur í so tíðliga, og at nógvir útlendskir veitarar ikki enn hava tikið støðu til luttøku á føroyskum øki. Tó var valt at leggja hesa stevnuna nú, tí primera endamáli var, at føroysk vinna bleiv kunnað um ætlanirnar hjá oljufeløgunum, skrivar Vinnuhúsið.