140 milliónir í skattalætta til pensjónistar og láglønt

Næsta ár ætlar samgongan at gera lívið lættari hjá pensjónistum og lágløntum, men tað er ógvuliga ivasamt um oljuavgjaldið verður tikið av

Næsta ár skulu pensjónistar og tey lágløntu í Føroyum hava eina skattalætta sum munar.

Tað hevur samgongan avtalað, nú hon av álvara er farin undir arbeiðið at leggja fíggjarlógina fyri næsta ár til rættis.

Karsten Hansen, landstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við Sosialin, at enn er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út.

Enn hevur samgongan ikki fingið feskar inntøkumetingar fyri næsta ár og samstundis hevur samgongan heldur ikki avtalað, hvussu raðfestingarnar skulu gerast.

Tí ber heldur ikki til at seta eitt yvirskipað mál fyri avlopi ella halli á fíggjarlógini, fyri íløgum og rakstrarútreiðslunum.

Í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár hevur nógv verið tosað um korini hjá pensjónistum og lágløntum, nú matur, olja og aðrar vørur og tænastur eru so nógv dýrkaðar.

Ikki minst hevur verið tosað um illa lýdda oljuavgjaldið og tað eru fleiri politikarar, sum hava róð framundir, at tað skal avtakast ella í minsta lagi, skerjast munandi fyri at lætta um hjá teimum lágløntu og serliga hjá pensjónistunum.

Men tað skilst á Karsten Hansen, at tað er ivingarsamt um oljuavgjaldið verður tikið av.

Oljuavgjaldið gevur landskassanum eina inntøku upp á 80 milliónir um árið og missir landskassin ta upphæddina, skulu vit antin spara 80 milliónir, ella skulu vit taka peningin inn onkra aðrastaðni frá.

- Eg fari at lurta eftir sjónarmiðjunum hjá teimum, sum vilja avtaka oljuavgjaldið fyri at vita, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til ta mistu inntøkuna, tí samstundis eru krøvini stór til betri skúlar, heilsuverk og almennar tænastur, sigur Karsten Hansen.


140 milliónir í lætta

Men verður oljuavgjaldið ikki avtikið, merkir tað kortini ikki, at ætlanin er bara at lata standa til.

- Vit hava avtalað at avtaka bæði kringvarpsgjaldið og gjaldið til sjúkrakassan og at leggja tey gjøldini beinleiðis undir vanliga skattin ístaðin, sigur Karsten Hansen.

Hann heldur, at tað er ein sera effektivur máti at lætta um hjá pensjónistum og lágløntum upp á.

Kringvarpsgjaldið er tilsamans einar 40-50 milliónir um árið og sjúkrakassin er slakar 90 milliónir um árið, so tilsamans er talan um einar 130-140 milliónir, sum føroyingar skulu gjalda minni í beinleiðis avgjøldum næsta ár.

- Tað er ein skattalætti sum munar, serliga hjá pensjónistum og teimum lágløntu, tí hjá teimum er kringvarpsgjaldið og sjúkrakassin ein byrða.

Karsten Hansen sigur, at nú skal roknast út, hvussu kringvarpsgjaldið og sjúkrakassin kann roknast upp í skattin, so at sama upphædd kemur innaftur.

- Men tað verður eftir eini skipan, har tey lágløntu betala nógv minst og so hækkar gjaldið, alt eftir sum inntøkan hækkar.

Verða hesi gjøldini løgd undir skattin, kann tað lættliga merkja ein lætta til pensjónistar og láglønt upp á einar 3000 - 4000 krónur um árið.

Ein annar spurningur, sum hevur verið til umrøðu, er nógv umrøddi frádrátturin til fiskimenn.

Nakað síðani sendi Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í tilfeingismálum út tíðindaskriv frá samgonguni, har hann staðfesti, at fiskivinnan skal klára seg uttan nakað sum helst slag av stuðuli yvirhøvur.

Aftan á staðfesti landsstýrismaðurin, at hetta eisini umfataði fiskimannafrádrátturin og at hann sostatt skuldi avtakast.

Men hetta er Karsten Hansen ikki sinnaður at tosa um beint nú.

- Eg havi so ikki sent nakað tíðindaskriv út og spurningurin um frádráttin til fiskimenn er ikki viðgjørdur, men tað er ein spurningur, sum løgtingið avgerð.

Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur hann eina meining um frádráttin, men hana heldur hann fyri seg sjálvan enn, tí hann er ikki sinnaður at fara í eitt kjak um hetta beint nú.