Umleið 140 fólk hava teknað seg til bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini, sum byrjaði í Nesvík í hóskvøldið.
Evnið á bíbliuskeiðinum er Tann reyði tráðurin í Bíbliuni, og tað er undirvísingarleiðarin hjá Indre Mission í Danmark, Carsten Korsholm Poulsen, vanliga nevndur Sprint, sum undirvísir.
Tað er vorðin ein fastur táttur í arbeiðinum hjá Heimamissiónini at skipa fyri slíkum skeiðum. Bæði yngri og eldri fólk eru savnaði saman hetta vikuskiftið.