140.000 eru rýmd úr Argentina

Ógvusliga búskaparkreppan hevur fingið nógvar argentinar til at leita sær av landinum

Longu tá búskaparkreppan av álvara fór at gera vart við seg fyri trimum mánaðum síðani, fingu útlendsku sendistovurnar í Buenos Aires nógvar fyrispurningar frá fólki, sum vildu sleppa at búseta seg aðrastaðni. Serliga sendistovurnar hjá USA, Spania og Italia fingu nógvar fyrispurningar um innferðarmøguleikar.
Nú vísa tøl, at nógvir argentinar eru rýmdir undan búskaparkreppuni. Blaðið Pagina 12 skrivaði í gjár, at hetta seinasta árið eru umleið 140.000 fólk flutt av landinum.
Sambært upplýsingunum, sum blaðið hevur fingið frá myndugleikunum, rýmdu 23.000 fólk úr Argentina í síðsta mánað. Tey flestu fóru til Spania og Italia, har nógvir argentinar eiga skyldfólk.
Pagina 12 skrivar, at hvønn dag standa fólk í røð uttan fyri sendistovurnar hjá Spania, Italia og USA.
Hagtølini hjá myndugleikunum vísa, at tað eru serliga tey ungu, sum velja at rýma av landinum. Ein orsøk til hetta er sambært blaðnum arbeiðsloysið, sum er heili 22 prosent.